Drápa Magnus Heinasonar

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Johan Halvorsen

1. Væl dúkaðu segl,
meðan báran breyt
og skeiðin rann fram yvir høv;
so mangan ein knørrin í sor eg skeyt, –
funnu frægir har vátastu grøv.
Men sinnini vóru so sigrandi glað,
hvør ein garpur á deyðastund treystliga kvað.
Og har var tað eingin, sum grið sær bað.

2. Væl sótu vit fróir í drykkulag,
fyri borðum hin fagrasta gekk;
tá gjørdu so mangan vit nátt til dag –
sæl var lønin, sum sigrarin fekk.
Hon veitti mær gleim, gjørdist ástarstund glað,
gav mær brennandi kossir og meiri enn tað.
Men stríð runnu tár, tá eg fór avstað.

3. Har ránsmenn teir rændu á vík og vág,
mangan harðligan dystin eg reið;
í ránsmannadroyra eg brand mín brá,
gjørdist blóðug mær bjargaraleið.
Tú fátæka landið, tær friðin eg vann –
og nú vilja teir øvundarsjúku mær ann.
Í loyndum alt leingi tann login brannd.

4. Ein lystugur leikur var lívið mítt,
og so sjáldan mín líka eg fann.
Nú, bøðil, tú miss ikki dirvið títt,
tá tú høggur á sakleysan mann.
So mangan ein blankari brandin eg sá,
tá ið knørrirnir hittust á vaggandi vág –
nær frættist, at Magnus var ræddur tá!

FavoriteLoadingGoym tekstin