Drekastevnið

Orð og lag: Heri Nolsøe

Spenningsrómur og árarnar í sjógv,
luftin kennist frísk og flógv.
Í sveittabroti tit rógva mál á tamb,
og stríðast fram við aldukamb.

Rógvið kvinnur, rógvið menn,
tit hava nógva megi enn,
í barmi róðrarhjarta brann,
nú Drekastevnið sigur vann.

Tit strúka fram, seta tykkum vinnarmál,
kanska fæst eitt sigurshál,
í hørðu kapping tit rógva fram á leið,
á báru bátur spelkin reið.

Rógvið kvinnur, rógvið menn,
tit hava nógva megi enn,
í barmi róðrarhjarta brann,
nú Drekastevnið sigur vann.

Summartíð, sólin kyssir fjallatind,
kveikist føgur róðrarmynd,
úr eini aldu har reisast tit upp frá,
so vøkur bretta tykkum á.

Rógvið kvinnur, rógvið menn,
tit hava nógva megi enn,
í barmi róðrarhjarta brann,
nú Drekastevnið sigur vann.

Havsins bylgjur tær spæla sær,
froysa beint ímóti tær,
sól og sjórok kínir hár,
í sigursróma smíl og tár.

Rógvið kvinnur, rógvið menn,
tit hava nógva megi enn,
í barmi róðrarhjarta brann,
nú Drekastevnið sigur vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin