Drekin

Orð og lag: Heri Nolsøe

Drekin spennir veingir út
og fer so upp í ferð,
eingin bátur fylgir honum,
tá í nánd hann er.

Rógvið dreingir,
rógvið Drekan inn á mál,
spennið spengur,
rógv við tykkar’ lív og sál.

Fylkjast teir í felagsskapi,
fremja róðrarbrøgd,
renna fram á bylgjusíðum,
vinnarkós er løgd.

Rógvið dreingir,
rógvið Drekan inn á mál,
spennið spengur,
rógv við tykkar’ lív og sál.

Rógva teir so andbráðir,
tak fyri tak,
drekastevnið strýkur fram,
um tað ímóti rak.

Rógvið dreingir,
rógvið Drekan inn á mál,
spennið spengur,
rógv við tykkar’ lív og sál.

Drekin spennir veingir út
og fer so upp í ferð,
eingin bátur fylgir honum,’
tá í nánd hann er.

Rógvið dreingir,
rógvið Drekan inn á mál,
spennið spengur,
rógv við tykkar’ lív og sál.

FavoriteLoadingGoym tekstin