Drekkandi sál

Orð og lag: Jákup Eli Joensen

1. Eg skíti á tað, um eg onga gentu havi sum elskar meg,
og eg skíti á tað, um eg ongar vinir havi, tí mín besti vinir er Gin.
Eg fekk mær frelsarin í mítt lív, men hann skoytti ei um meg,
tað er, tí at eg livi, sum ein drekkandi sál, sum druknar sorgirnar
Tí at einki er sum at drukna sínar sorgir, tá sjálvsálit ikki er mær nær.
Í barnagarðinum var eg tann einasti, sum drakk heimabryggj.

2. Míni nærmastu eru rýmd frá mær, tí at eg gangi soleiðis, sum eg gangi,
og eingin tímir, at koma, at vitja meg, men hvat helviti rakar tað meg?
Eg hevði eitt arbeiði, og eitt lív inntil syndin druknaði meg,
so nú drekki eg av tí rúsandi keldu, sum førir til paradís drukk.
Tí at einki er sum at druknað sínar sorgir, tá sjálvsálit ikki er mær nær,
í barnagarðinum var eg tann einasti, sum drakk heimabryggj.

3. Tí eingin elskar meg, men tá veit eg, at ginið besti vinur mín er.
Og eingin genta tímir at ganga saman við meg, tí eg follin eri frá.
So nú fyllið eg sterka vesku niður í meg.
Tí at einki er sum at drukna sínar sorgir, tá sjálvsálit ikki er mær nær,
í barnagarðinum var eg tann einasti, sum drakk heimabryggj.
Tí at einki er sum at drukna sínar sorgir, tá sjálvsálit ikki er mær nær,
í barnagarðinum var eg tann einasti, sum drakk heimabryggj.

FavoriteLoadingGoym tekstin