Dreymaverð

Orð og lag: Uni Arge

Heystið tað er farið nú veturin komin er
eina ganga eg og tú í hesa ísakøldu ferð
ganga út á ong har tú mangan í grasinum lá
hoyra ongan fuglasong so sum vit gjørdu tá

vit merkja bara frostið bítur
og nú er kalt
men innaní er heitt
gott at eg teg havi valt
tú tann rætta friðin fekk mær veitt

Flykrur falla á varrar nú tiðna og væta teg
eina ganga eg og tú á hesum endaleysa veg
set teg niður nú ongin sær okkara spæl
er tað ikki sára gott at kenna seg so væl

vit merkja bara frostið bítur
og nú er kalt
men innaní er heitt
gott at eg teg havi valt
tú tann rætta friðin fekk mær veitt

Tað er gott at vera saman við tær í kvøld
um tú so ert nakað køld
vit vita ikki hvønn veg tað ber
men vit eru so her í hesi dreymaverð
og hvat hini so halda tað hugsa vit ikki um
tí vit vilja verða saman sum nú – og eg tú

vit merkja bara frostið bítur
og nú er kalt
men innaní er heitt
gott at eg teg havi valt
tú tann rætta friðin fekk mær veitt

FavoriteLoadingGoym tekstin