Drívur tú burtur frá Gudi

Orð og lag: Frank A. Simpkins
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Drifting away from God

1. Drívur tú burtur frá Gudi
til eitt so ókent bú,
longri hvønn dag, ja, og hvørja nátt,
rekur so einsamur tú?

Niðurlag: Drívur tú burtur frá Gudi,
burtur frá kærleika hans?
Meðan Frelsarin eymliga kallar,
gev hans bønligu rødd nú ans.

2. Drívur tú burtur frá honum,
sum tína byrði bar,
longri hvønn dag, ja, og hvørja nátt,
sum fyri teg sligin varð?

3. Drívur tú burtur frá Gudi?
Óræddur rekur tú;
nærri hvør dagur, ja, og hvør nátt
ber móti vreiðini nú.

4. Drívur tú burtur frá Gudi?
Sorgarfult hann teg sær,
hvussu við songi, látri tú
raktur av dóminum varð.

FavoriteLoadingGoym tekstin