Drongur rósu standa sá

Orð: Johannn Wolfgang von Goethe
Lag 1: Heinrich Werner
Lag 2: Franz Schubert
Týtt úr týskum: Arnbjørn Mortensen

1. Drongur rósu standa sá,
heiðarósu reyða,
fegin vildi hana fá,
segði rósan við hann tá:
Tú mást meg ei røra!
Lítla, vakra rósa reyð,
rósa reyð á heiði.

2. Segði hann: Eg slíti teg,
heiðarósa reyða.
Rósan græt: Eg stingi teg,
um tú leggur hond á meg,
tú mást tað ei gera. –
Lítla, vakra rósa reyð,
rósa reyð á heiði.

3. Drongur rósu reyðu sleit,
heiðarósu reyðu.
Deyðastund hon frá sær beit,
einki hjálpti, væl eg veit,
royndi seg at verja.
Lítla, vakra rósa reyð,
rósa reyð á heiði.

FavoriteLoadingGoym tekstin