Dropin

Orð: Karsten Hoydal
Lag: Annika Hoydal

1. Tók at losna regnið summarlýtt,
brast á enni mínum fyrsti dropi,
tá varð hjartað døgg og eygað ljóst,
hugur livandi sum kvæmur stropi.

2. Lítið rúmdartekin reint og blankt,
loyst eitt bil úr vatnsins veldishondum,
kom av leið ígjøgnum hav og loft,
birti dag og lív á mínum strondum.

3. Fon á ferð í mold eitt stokkut bragd
funnust vit, og alt var ljóst og eldað,
geislaði mín sál sum tinna í sól,
innan í mær sungu hav og kelda.

FavoriteLoadingGoym tekstin