Drottur mín, Krist

Orð: C.J. Brandt
Týtt: G. Bruun

1. Drottur mín, Krist,
klettur og vist,
tá ið meg fíggindin gætir,
dópinum frá
lýddi tú á
róp mítt, sum brá
til tín sær dagar og nætur.

2. Heimur, tín lyst
brátt verður mist,
burt hon sum skýggini flýgur,
tú bara her
virði mítt er,
lær meg í verð:
Taka við tøkk, hvat tú býður.

3. Jesus til ráð,
Jesus til dáð,
Jesus mær hjálpir í neyðum;
altíð hann var
skjøldur hjá mær,
verju mær bar,
hann er mítt lív enn í deyðum.

FavoriteLoadingGoym tekstin