Eg droymdi um lukku, um friðin at ná

Victor Danielsen
Orð: Lina Sandell
Lag: Erik G. Geijer
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg droymdi um lukku, um friðin at ná
í heiminum her eina tíð;
hvør lukka í sálini kann halda á,
tá Jesus ei býr henni í!
Mær vantaði nakað, eg visti ei, hvat;
men millum tey glaðu eg friðleysur sat
her á foldum.

2. Eg søkti og søkti, men gleðin, eg fann,
ein skuggi og dreymur bert var;
og burtur sum luftsjón í oyðimørk svann
hin lukka, ið tyktist so nær.
Eg kendi meg standa á svíkjandi grund,
og friðloysið øktist bert stund eftir stund
mær í brósti.

3. Tá – hoyrið, tit treingjandi, hoyrið meg tó,
og prísið tí vini, eg fann –
tá hoyrdi mítt hjarta eitt gleðiligt ljóð,
og dagur í sálini rann:
Hygg, fullgjørt er alt, ja, fullgjørt fyri teg,
tí alt, sum teg nívir, tók Jesus á seg –
alt er fullgjørt!

FavoriteLoadingGoym tekstin