Drykkju-/kærleiksvísa

Orð og lag: Finnur Koba

Hon setur seg á songina,
Italia
At nina væl her hjá mær

Meðan Amor tekur bongina,
Formalia
Hann skal skjóta hana í hjartað beint har
Og gera tað til tað, sum tað var

Kroppar mugu metta sultina,
Somalia
Og gera tað, sum eingin annar sær
Hondin leitar inn í skuffina,
Fatalia
Tí einki er at finna inni har
Men tað, sum er at finna inni í mær

At fara oman í Mimir
at fáa mær nýggjar vinir
At fara oman í Mimir
at fáa mær nýggjar vinir í kvøld

Amor, kanst tú ikki skjóta hana,
bókstaviliga
Tú situr bara og guðar og lær

Amor, góði ger mær tann beina,
óluksáliga
Ger hjartað til tað, sum tað var
Men Amor situr bara og lær

Síðan tekur Amor pílarnar,
endiliga
Hann kínur ein kjálkanum hjá sær

Rullar fram tunguna,
Gevalia
Og setur seg at gálva at mær
Og hann biður meg í staðin fyri koma ein túr við sær

Far oman í Mimir
Og fá tær nýggjar vinir
Far oman í Mimir
Og fá tær nýggjar vinir
Har situr ein 35 ára gomul
Komið nú øll somul
Far oman í Mimir
Og fá tær nýggjar vinir í kvøld

Liggi har í songini,
Litavia
Frælsið pínur hjartað, sum slær
Sultin pínir sálina,
Somalia
Amor kemur nærri at mær

FavoriteLoadingGoym tekstin