Drykkjuvísa

Orð og lag: Benny Andersen
Týtt: Martin Joensen

Náttin er køld, lívið er stutt.
Vinirnir flyta enn longur burt.
Tungan er troytt nú og sálin er tung,
– mítt gongulag er nú bert afturgongd.

So royn at halda lagið vátt,
– náttin er ung enn, vit hava tað gott!

Sorlaðar fløskur, pylsupappír,
– royni at flenna, steðgi so á.
Dálkaðar stjørnur og ørvitistos
og rópan og ropan og eplamos.

So royn at halda lagið vátt,
– náttin er ung enn, vit hava tað gott!

Møði og grátur, illsinnisýl.
Tagnaður látur, fánaði smíl.
Búkpína, svøvnloysi, hvar ið tú fert,
– men lívið er altíð ein lítlan vert!

So royn at halda lagið vátt,
– náttin er ung enn, vit hava tað gott!

FavoriteLoadingGoym tekstin