Dukke, dukke Lisa

Dukke, dukke Lisa
tú kanst verða glað,
tú hevur fingið ein dukkumann,
hann fær alt í lag.
Hann kann skjóta ritur,
hann kann bólta rút,
hann kann løga patrónir,
bæði við høgl og krút.

Fjøruti ritur,
skjeyt hann upp í slag.
Tá ið hann kom heimaftur,
tá var dukkan glað.
Dreingir vóru illir
yvir hendan fong.
Lovaðu at melda,
melda fyri kong.

FavoriteLoadingGoym tekstin