Dunandi aldan

Orð: Andrea Árting
Lag 1: Andrea Árting
Lag 2: Føroyar tá sólin

1. Dunandi aldan
mót klettinum brúsar,
sigrandi hásong hon kvøður í dag.
Vinmaður hennara, stormurin, súsar –
verk teirra beggja so væl fall í lag.

2. Gingu tey saman í svikara ráðum:
Nú skuldi týnast, og týnast við lít!
Froyðurin reikar um berg og í gjáum. –
Kinnin so reyð skuldi brátt verða hvít!

3. Eydnaðist væl teirra samrøða mikla.
Farið er sorlað, øll manningin deyð;
Havaldan sterka man sprekini stikla,
háðandi stormur sær fiskarans neyð!

4. Mamman hon misti sær sonin tann unga,
hvør veitti ugga í seinastu stund?
Hvør mundi turka tann sveitta so tunga,
kína hans eyga, tá tað fall í blund?

5. Gentan hon misti sær vinin tann kæra,
hennara vón fyri komandi ár –
abbin hann mátti tann sama veg fara,
renna tí strítt vári sorgtungu tár.

6. Dunandi aldan mót klettunum brúsar,
sigrandi hásong hon kvøður í dag;
kúrandi einkja man leita til húsar,
faðirleys børn gráta sorgartungt lag.

7. Fongríka hav, tú sum føroyingum gevur
dagliga breyð, ja, og meira aftrat,
dýrt ert tú okkum! almikið tú krevur –
mangur var hann, sum sítt lív til tín læt!

8. Níga vit niður í bøn til tín, faðir:
Ver tú hjá teimum, ið fara avstað!
Veit teimum ugga, tá teim mest umræður,
send allar heim! Hoyr! vit biðja teg tað!

FavoriteLoadingGoym tekstin