Dýr er tann vónin, ið lívgar meg her

Orð: Avis B. Christiansen
Lag: Scott Lawrence
Týtt: Anna Djurhuus
Upprunaheiti: I know I’ll see Jesus some day

1. Dýr er tann vónin, ið lívgar meg her:
Eg veit, at eg Jesus skal sjá,
og hóast mangt ferðina torføra ger:
Ein dag skal eg Frelsaran sjá.

Niðurlag: Eg veit, at eg Jesus skal sjá –
í nærveru hansara stá,
hvør ein dýrabar vón,
hvør ein undurfull sjón:
Ein dag skal eg Frelsaran sjá.

2. Hóast eg ferðist í trúgv, ei í sjón,
eg veit, at eg Jesus skal sjá,
ei nakað kann vika ta signaðu vón:
Eg veit, at eg Jesus skal sjá.

3. Vónin, hon lýsir í myrkastu nátt:
Ein dag skal eg Frelsaran sjá,
ein dag skal hann heinta meg, tað verður gott:
Hann andlit til andlit at sjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin