Dýra frelsa, dýra frelsa!

Orð: Francis Bottome
Lag: William L. Viner, Leivur Guttesen
Týtt: Victor Danielsen

1. Dýra frelsa, dýra frelsa!
Lívsins kelda opin er,
rennur út til lond og tjóðir,
sálarbót og grøðing ber;
dýra frelsu, dýra frelsu
fær mítt hjarta ævigt her.

2. Opinberað er Guds náði;
hygg, lívsvatnsins reina flóð
rættvísger og endurloysir
tann, sum dømdur, sekur stóð!
Dýra frelsu, dýra frelsu
veitir mær hin kelda góð.

3. Ævigt lív, á foldum Himmal!
Reistur tann, sum fallin var!
Syndarum nú Harrin fagnar,
veitir barnakor hjá sær;
dýra frelsa, dýra frelsa,
sum úr myrkri bjargar mær!

4. Ivi, ótti, sorgir ikki
kúga kunnu longur meg;
trúgvin sær hin morgun ljósa,
sær, mín Harri Kristus, teg!
Dýra frelsa, dýra frelsa,
Jesus gav mær ævigt seg!

FavoriteLoadingGoym tekstin