Dýra sál, sum ófrelst gongur

Victor Danielsen
Orð: Victor Danielsen
Lag: Wolfgang Amadeus Mozart, Henry T. Smart

1. Dýra sál, sum ófrelst gongur,
skilir tú tín vanda ei?
Veitst tú ei, at dómur hongur
yvir tær, hvar enn tú steig?
Alt hitt besta, tú kanst gera,
ongan frið kann fáa tær,
einki offur, tú kanst bera,
fyri Gudi atgongd fær.

2. Eingin leið, títt hold kann síggja,
inn til lívið leiðir teg;
stíg tín fót á vegin nýggja,
Harrans egna lívsins veg!
Kristus gerningarnar gjørdi,
Kristus fullgott offur var,
Kristus deyðan burtur førdi,
Kristus sæla bert er tær!

3. Himmaldyrnar opnar standa;
sál, far inn, og far í dag!
Skunda, skunda, burt úr vanda,
nú tú vegin hevur sæð!
Lív tær Kristus vunnið hevur
gjøgnum krossins tunga stríð,
eitt, bert eitt av tær Gud krevur:
At tú tekur móti tí!

FavoriteLoadingGoym tekstin