Dýrasta navn, ið á fold talað er

Victor Danielsen
Orð: Hjalmar Hansen
Lag: Ida Mathisen
Týtt: Victor Danielsen

1. Dýrasta navn, ið á fold talað er:
Jesus, Jesus!
Hvørjum, sum trýr, hetta navn frelsu ber:
Jesus, Jesus!
Tað hevur lýst mær á myrkastu nátt,
um alla gleði upp stígur tað hátt –
troystin í deyða, í lívi alt gott:
Jesus, Jesus!

2. Tá ið eg hvíldi mítt høvur so møtt –
Jesus, Jesus!
Lívgaði sál mína navnið so søtt:
Jesus, Jesus!
Tá varð tað smátt, alt, ið fyrr tyktist stórt,
tá varð tað lítið, alt, eg hevði gjørt,
tá var mín trygd, at tú ei frá mær fórt,
Jesus, Jesus!

3. Villandi óljóð úr heiminum har –
Jesus, Jesus! –
Minni úr farnari tíð koma nær –
Jesus, Jesus!
Tá ið mítt hjarta er veikt, og mítt sinn
leitar til tín, áh, mín Frelsari, inn,
kom mær tá nær, meg við troyst tíni finn,
Jesus, Jesus!

4. Teska við meg, tá eg sovni á nátt,
Jesus, Jesus!
Teska títt navn, og tá verður alt gott,
Jesus, Jesus!
Navn títt burt reka alt ilt frá mær skal,
tað skal mær fylgja um deyðskuggans dal,
í tínum navni trygt hvíla eg skal,
Jesus, Jesus!

FavoriteLoadingGoym tekstin