Dýrasta navn, ið eg kenni

Orð: Alex Burns (1. og 2. ør.) og 
Árni Jacobsen (3. ør.)
Lag: Alex Burns
Týtt: Árni Jacobsen (1. og 2. ør.)
Upprunaheiti: I love the name of Jesus

1. Dýrasta navn, ið eg kenni,
Jesus, sum deyðan leið.
Dýrasta navn, ið eg kenni,
aftur úr grøv hann steig.

Niðurlag: Dýrt er tað navnið, Jesus,
ævigt tað standa skal,
dýrt er tað navnið, Jesus,
við tí er sál mín sæl.

2. Dýrasta navn, ið eg kenni,
kærleik hann vísir mær.
Dýrasta navn, ið eg kenni,
løgd á hann synd mín varð.

3. Dýrasta navn, ið eg kenni,
vísir mær lívsins veg.
Dýrasta navn, ið eg kenni,
hvønn dag hann leiðir meg.