Dýrdardrottur heiður fái

Orð: Absalon Absalonsen
Lag: John Zundel

1. Dýrdardrottur heiður fái,
høgt og heilagt navn hans er,
mild og markleys er hans náði,
góðska hans av øllum ber.
Gevið honum prís og æru,
veitið honum tign og tøkk,
lovsyng honum, loysti skari,
mikla miskunn hans teg røkk.

2. Aðalborni himnakongur
leggur av sær allan glans,
frá síns faðirs trónu gongur,
fer at fremja vilja hans.
Fátækur í fjósi føddur,
lænt var krubban, har hann lá.
Men nú hoyrdust einglarøddir
frið og gleði boða frá.

3. Nakin hann á krossi hongur,
pløgg hans millum hermenn býtt.
„Frels teg sjálvan, jødakongur!“
Hann má tola háð og spýtt,
bløðandi og illa bardur
Sonur Guds í deyðan fer,
fyri heimsins syndir særdur,
kærleiksprógvið fullført er.

4. Fullgott offurblóð er runnið,
syndaskuldin goldin er,
Lambið hevur sigur vunnið,
eingin annar verdur er.
Lúta mátti deyðans megi,
Veldisgud úr grøv upp stóð,
syngið sigurssong við gleði,
berið samfelt takkarljóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin