Dýrdarinnar Sonur niður higar steig

Orð og lag: Melody Green
Týtt: Øssur Berghamar

1. Dýrdarinnar Sonur
niður higar steig.
Jesus Kristus, Guds Messias,
krossins deyða leið.

Niðurlag: Tøkk, Gud Faðir, fyri,
at Sonin tín tú gav,
og Andan tú okkum sendi,
til títt verk er av.

2. Jesus, stóra navn títt
yvir øllum er,
tú, Guds Lamb, ið komst at frelsa
eina falna verð.

3. Tá í dýrd í Himli
hann eg skoða skal,
tæna skal eg kongi mínum.
Ævigt alt er væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin