Dýrdarkvendi

Dýrdaarkvendi dagur dragnar
skjótt til viða sólin ferð,
tú og eg í vesturskini
vita tað at kvøldið ber,
dagur vakur var og góður
minnist morgunroðan tú?
Morgunvindar matir, fróðir
stilna móti kvøldið nú.

Tíðin sum ein áarstreymur
lívið sum ein dagur fer,
barrnaár og ungdómsdagar
nú eitt sólfylt minni er,
elskaða nú gránar vangin
silvurkent er hárið títt,
dagur tín og mín nú aftnar,
kæra dýrdarkvendi mítt.

FavoriteLoadingGoym tekstin