Dýrdarsól av himni lýsir

Orð: Jógvan Nolsøe

Dýrdarsól av himni lýsir;
út um verð
ljómin fer,
bjart oss vegin vísir
burt úr vánda myrkurs díki;
leiðin her
okkum ber
nærri at Guðs ríki.

Rósa rann í skuggadali,
gróði har
fín og skær
sum í himlasali.
Lætti veingir vón á foldum,
fræls og frí
yvir ský,
loyst úr syndavoldum.

Lættur av er tungur tregi;
himna Guð
dýran lut
oss til sálargleði
gav sín einkarson at bera
oss frá neyð,
synd og deyð,
frelsara at vera.

Um tú trongdir her má líða,
tykist alt
døkt og kalt,
troyttast tú at stríða,
hann, sum kom á fold her niður
jólanátt,
gevur mátt
til at vinna sigur.

Lat til Betlehems oss leita,
far har inn,
barnið finn,
ið vil okkum veita
frið í sál og sanna gleði,
strikar út
sorg og sút,
lýsa skal for degi!

Himnadrottur, dýrd og heiður
veri tær,
tú oss bar
lívsins ljós um leiðir!
Mannahjørtu lov tær syngja,
einglalið
syngja við
allar klokkur ringja.

FavoriteLoadingGoym tekstin