Dýrmæti Frelsari

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Jákup Zachariassen

1. Dýrmæti Frelsari,
Brúðgómur, Loysnari,
teg vit her tilbiðja, æra í dag,
syngja tær fagnaðarlag.
Skapari als tú ert,
alheimin uppi bert,
niður til jarðar av Himmalsins trom,
okkum at frelsa, tú kom.
Deyðan tú leið,
upp aftur steig,
lív okkum fann
og sigurin vann!

2. Takk fyri, hvør tú ert,
takk fyri alt, tú gert,
takk fyri kærleika, náði og frið,
frelsu og syndabót við.
Takk fyri lívsins orð,
fyri títt ríka borð,
takk fyri vónina, lyfti og ráð,
signingar leiðini á.
Nú brátt ein dag
henda skal tað:
Brúðurin sæl,
hon møta tær skal!

FavoriteLoadingGoym tekstin