Dýrt er orðið mær um Jesu kærleika

Orð og lag: W.L. Stone
Týtt: Victor Danielsen

1. Dýrt er orðið mær um Jesu kærleika,
sum av Himli niður steig á jørðina,
sum her gekk hin tronga veg
og gav lív sítt fyri meg –
dýrt mær er at hoyra hesa søguna!

Niðurlag:
Hann, eina hann
meg frelsti, verja kann,
mær gevur gleði, frið,
varðveitir míni stig;
hann, eina hann
meg frelsti, verja kann,
inntil eg standi heima
og málið ævigt vann.

2. Dýrt er orðið mær um Jesus, sum hann gekk
her á foldum, frelsuverkið útint fekk,
veitti blindum monnum sjón
og gav troyttum sálum vón,
kveikti ljós, har skuggi deyðans dimmur hekk.

3. Dýrt er orðið mær um Jesus trænum á,
tí tað sýnir, trongd mín á hans hjarta lá;
blóðið úr hans síðu mær
frelsa, dýrd og sæla varð,
fyrigeving fekk eg, ljósið ævigt sá.

4. Dýri Frelsari! Við føtur tínar nú
eg meg gevi upp – meg allan eigi tú!
Fyll tú arma hjarta mítt,
lat tað vera tempul títt,
veri halgað tað, áh, Jesus, tær til bú!

FavoriteLoadingGoym tekstin