Dýrt fyri meg

Orð og lag: Regin Patursson

Dýrt fyri meg og dýrt fyri teg!
Ein vil hava kei, og annar hava veg.
Spyrji tykkum øll, sigið mær,
hvør skal gjalda gildið her?

Skip og rættir knassar
skulu draga net og trossar
fylla fullar fiskakassar
kloss uppundir lúkurnar – og
selja fiskin fyri pengar!

Lítið várt land, men ríkt er várt hav.
Dreingir skulu draga frá botninum av
tann fisk, ið smakkar væl, og sum
svangar magar metta skal.

Djarvt hugsi eg og tykum langt fram.
Neyvan hevur nakar sæð treiskari mann – hann
heldur uppá sítt – til tann
síðsta slintran slitna man!

FavoriteLoadingGoym tekstin