Dýrt tað er á Jesus trúgva

Orð: Louisa M.R. Stead
Lag: William James Kirkpatrick
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: ’Tis so sweet to trust in Jesus (Det er godt at tro på Jesus)
Viðmerking: Upprunaliga yrktur í 1882.

1. Dýrt tað er á Jesus trúgva
og hans orð at líta á,
fjaldur í hans lyftum vera,
ljós í ljósi hans at sjá.

Niðurlag: Harri Jesus, tú ert borgin,
har mín sál í vanda fer!
Tú í gjár, í dag hin sami
og í allar ævir er.

2. Dýrt tað er á Jesus trúgva,
tað ger hjartað glatt og reint;
dýrt tað er at taka Orðið,
júst sum Gud tað hevur meint.

3. Dýrt tað er á Jesus trúgva,
kenna hans hin søta frið,
eiga kraft og ljós og gleði,
Anda hans at fyllast við.

4. Dýrt tað er á Jesus trúgva –
trúgva honum stund um stund,
deyður frá sær sjálvum vera,
eiga frið í hjartans grund.

5. Dýrt tað er á Jesus trúgva,
sálin veit tá, trygg og sæl,
hon skal ei til skammar verða,
hon hans ríki arva skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin