Dýrur er fyri hans hjarta

Orð: Mary B. Wingate
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen

1. Dýrur er fyri hans hjarta
seyðurin, húsi hans í,
vunnin ígjøgnum hans deyða,
keyptur ígjøgnum hans stríð;
dýr eru eisini hini,
sum enn ei hoyrdu hans rødd,
kend, áðrenn verðin var grundað,
kend, hvar tey enn eru stødd.

Niðurlag: Dýrur er allur hans flokkur
fyri hans hjarta í dag,
tey, sum hann kenna og elska,
tey, sum hann ei hava sæð.

2. Dýr eru fyri hans hjarta
lombini øll, sum hann vann,
eisini tað, sum á fjøllum
hjálparleyst, burturvilst rann;
serliga dýrur hin veiki,
sjúki og líðandi er,
tann, sum í freistingum stríðir,
og tann, sum sorgina ber.

3. Dýr øll tey eru hans hjarta,
navn teirra inn grivið har;
teknað í báðar hans hendur,
altíð hans eyga tey sær.
Útvald og elskað og dýrt keypt
standa í náðini tey,
skuggað og vard av hans veingjum,
frelst gjøgnum vanda og neyð.

FavoriteLoadingGoym tekstin