EDV skráin

Orð: Axel Tórgarð
Lag: Fiskepigens sang

Fyrr var eg ein persónligur persónur.
Eg gloymdi aldrin mín identitet.
Nú skal eg gerast upp sum elektrónir.
Og alt skal takast við, hvørt minsta vet.

Ja, gaman í, teir vita, eg var føddur
og vita, hvat eg gjalda skal í skatt.
Men hví skal dataheilin verða gøddur
við tí, sum ikki fyrr um meg var frætt.

Teir putta inn og út og programmera.
Og fáa teir sítt datamonopol,
persónligheitin verður reduserað
bert til eitt tal, eitt null, ja kanska eitt hol.

Eg verði til eitt kort á landsins stovnum,
hjá byrokratunum eitt tekniskt spæl.
Teir vilja vita nummarið á skónum,
intelligenskvotient og kondital.

Tað sigst, at henda øra datadilla
skal ganga einumhvørjum nú so nær,
at sjálvt tann minsta alkoholpromilla
skal setast inn á holikort hjá tær.

Og hvat tú annars brúkti tína tíð til,
teir taka við, hvørt lítið nikk og pikk.
Ja, hevur tú havt reydlingar sum lítil,
á kortið seta teir ein reyðan prikk.

Ein Klaksvíksgenta og ein Havnardrongur
tey gjørdust góð – tað hendir jú viðhvørt.
Tey vildu giftast, og so leiðin gongur,
til prest, at hann kann fáa hetta gjørt.

FavoriteLoadingGoym tekstin