Eftir regnið

Orð: Lív Dam
Lag: Benny Andersson

Hoyr nú er ælið av
tað er stilli.
Luftin er aftur klár og blá,
tað er gott at anda.
Hygg – sólin brýtur fram
gjøgnum mjørkan –
lívdar og vekir hvørt eitt strá.
Jørðin angar nú.
Sólin kínir tína húð.
Alt, sum í blundi lá,
fær nú aftur lív.

Tungt andar havið
stilt inn við landið.
Vágin er kyrr og spegilsblonk.
Luftin full av anga.
Nú kennist lotið
lýggjari aftur,
sært tú at himin blánar nú.
Og um lítið bil
hitar sólin fjøll og gil.
Lív birtist aftur –
sólin fær aftur vald.

Áður var myrkt
og kølið herinni.
Áður var kalt
og frostkent her.
Alt var stongt og neglað.
Hygg sólin skínur
inn gjøgnum gluggan –
lat sleppa innar ljósið.
Nú er ælið av –
vakna alt, ið áður svav.
Nú kann eg liva –
her kann eg anda frítt.

FavoriteLoadingGoym tekstin