Eftir at sáað er syndin øll her

Orð: George F. Hopkins
Lag: W.A. Post
Týtt: Victor Danielsen

1. Eftir at sáað er syndin øll her,
eftir at stuttleikin følnaður er,
glasið er runnið, mót grøvini ber –
áh, hvat verður heystið tá?

Niðurlag:
Kom heim, kom heim,
leita sum skip í havn!
Kom heim, kom heim,
inn í Guds kærleiksfavn!

2. Syndari, vend tær til Jesus, vend við,
halt ikki fram uttan mál, uttan mið!
Burtvilsti sonur, hann býður tær frið!
Hoyr, Meistarin kallar teg!

3. Jesus nú bíðar tær, gev honum svar!
Guds børn, tey senda upp bøn fyri tær,
Andin, hin hjálparin mildi, er nær –
hoyr, Meistarin kallar teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin