Eg av Guð’ varð endurføddur

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg av Guð’ varð endurføddur,
á, hvat undur stórt tað var,
Hann er mín og nú eg hoyri Honum til.
Óndar maktir máttu víkja, men tað skilur ikki tú,
hetta undur fer upp um alt vit og skil.

Niðurlag: Ei er tað løgið, at ein lovsangur nú fyllir mína sál,
Guð Hann gav mær henda sangin,
gav mær Himmalin sum mál.
Hart eg rópi: Abba Faðir, tí at Hann mín arvur er!
Á, hvør náði, at Hann frelsti mína sál.

2. Gamli Ádam kemur til mín við sínum
kenda ‘neyðars eg’,
vísir mær hvørt fall og lógarinnar krøv.
Men eg honum burtur vísi, ei hans snildi vikar meg,
tí mín synd varð tváað av í dópsins grøv.

3. Hon er smøl hin leið, eg gangi,
hon ber niður, hon ber upp,
men eg veit, eg málið náa skal ein dag.
Hóast falskir brøður særa, er mítt hjarta fylt við frið,
halleluja, ein dag enda tekur tað.

4. Nú eg glaður Guði prísi, tí mítt eitt og alt Hann er,
eingin Himmalarvin frá mær taka kann.
Hann í vínhúsið meg leiddi og við gleði salvar meg,
eingin makt frá Honum nú meg skilja kann.

5. Tú, sum kennir teg so sviknan,
sum so veikur, sjúkur er’,
tú skalt vita, at Hann kæran hevur teg.
Hann so fegin tær vil hjálpa, lekja tað sum brotið er,
so tú syngja kanst á sigursongsins veg

FavoriteLoadingGoym tekstin