Eg byrðina beri við brosi

Orð: Andreas Andreassen (umyrktur úr donskum eftir Jeppe Aakjær)
Lag: Carl Nielsen

1. Eg byrðina beri við brosi,
við songi eg knógvi mítt ok.
Eg errist upp fyri hvørt nosið,
eg firrist ei storm og strok.

2. Meg tyngir ei tunga byrðin,
meg nívir ei sleip og slit,
eg eri sum villini hirðin,
ið fylgini beinir á bit.

3. Fer mjørkafleyr eftir korni
á gróðrarbúnari jørð,
og sólin rísur á morgni
ímillum tindar og skørð.

4. Hoyr keldurnar ringla í giljum,
hoyr hamranna dvørgamál,
hoyr alt, sum tutlar í hyljum,
hoyr gróður um vøll og vál.

5. Tú sært gjøgnum fjallaskarðið
í fjarleika blánandi skor.
At mjørkaflókum eg stari,
men finni ei loysunarorð.

6. Hví lemur tú teg av øði,
so leingi sum luftin er blá?
Mítt hjarta titar av frøi,
bert døggin nemur eitt strá.