Eg droymdi, við himmalsins portur eg stóð

Orð: Ókendur
Lag: Hákun Djurhuus
Týtt úr norskum: Petur William Háberg

1. Eg droymdi, við himmalsins portur eg stóð
við teimum, sum litu á Jesusar blóð;
men millum alt fólkið tó kendi eg meg
so einsaman, eina – eitt saknaði eg!

Niðurlag: Einsamur, eina við portrið at stá!
Einsamur, eina við portrið at stá!
So álvarsamt aldri eg áður tað sá
við himmalska portrið so eina at stá!

2. Eg eingilin spurdi, hví kenna eg tó
meg skuldi so eina, tá øll vóru fró.
„Var eingin á fold, fyri Jesus eg vann,
sum aftur eg hitta við gleði her kann?“

3. Men eingilin segði: „Tað sást ei á tær,
tú saman við Jesusi dagliga var.
Gud bað teg um alt – ofrið var tær ov stórt.
– Tað einsaman hevur við portrið teg gjørt!“

4. Eg vaknaði aftur so tungur í lund
og segði: „Áh, Harri, frá hesari stund
ei partvíst, men heilt, skal eg fylgjast við tær,
so ikki eg einsamur standa skal har!“

FavoriteLoadingGoym tekstin