Eg dyrnar í byrginum eri

Týtt: Árni Jacobsen

1. „Eg dyrnar í byrginum eri,“
so talaði Jesus við meg,
„um inn gjøgnum meg onkur kemur,
hann syndfrían gera skal eg.
Her leskandi vatn er at fáa,
á fløtunum finnur tú trygd.“
Til hirðan eg trygt meg kann líta,
í honum mín framtíð er bygd.

Niðurlag: Hann leiðir meg trygt gjøgnum líðir,
ei syndin meir tyngja meg skal.
Hvønn dag hann við náði og miskunn
meg leiðir til hvílunnar dal.
Tann leið, sum mín fótur nú gongur,
hon ber mót tí himmalska stað.
Av hirðanum vardur eg eri,
tann vónin gerst størri hvønn dag.

2. Hví liva í skugganna landi,
kom, flýggja nú heiminum frá
við øllum teim vandum, sum hótta,
kom, tryggur ver Jesusi hjá.
Tú kenna skalt Jesusar kallan,
tá endar her niðri tín ferð.
Tá seinasti dagur er liðin,
mót Himlinum leiðin tín ber.

Niðurlag: Hann leiðir teg trygt gjøgnum líðir,
ei syndin meir tyngja teg skal.
Hvønn dag hann við náði og miskunn
teg leiðir til hvílunnar dal.
Tann leið, sum tín fótur nú gongur,
hon ber mót tí himmalska stað.
Av hirðanum vardur tá ert tú,
tann vónin gerst størri hvønn dag.