Eg eigi býli

Orð og lag: Tina Napier
Týtt: Martin Joensen

So eina hann fer,
heimleysur í køldu verð.

Veit ikki, hvat ið morgindagur ber.

Fast heldur hann um bíbliuna, 

sum mamman honum gav,

ein sangur upp til himmalin fer.

Eg eigi býli,
eitt undurfult stað –

eg eigi býli,
eg fari ein dag!

(Tó) skræddur búni mín,
(ein) nýggjan fái eg ein dag.

Eg eigi býli, eitt undurfult stað!

Undir brúnni, har ið heim hans’ var,
liggur gamla bíblian 
og innan hesi orð tú lesa kann.

“Um ein dag eg eri burt,
er tað tí,
eg loksins fann 
hin bústað,
sum Harrin mær vann!”.

Eg eigi býli,
eitt undurfult stað –

eg eigi býli, eg fari ein dag!

(Tó) skræddur búni mín,
(ein) nýggjan fái eg ein dag.

Eg eigi býli, eitt undurfult stað!

FavoriteLoadingGoym tekstin