Eg eigi ei meg sjálvan, nei Jesus eigur meg

Lina SandellPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Lina Sandell
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í februar 1983.

1. Eg eigi ei meg sjálvan, nei Jesus eigur meg;
hann keypti meg við blóði, og hansar eri eg.
Hann lýðin gekk í deyðan, tók mína synd á seg.
O, skuldi eg ei elska hann, sum so elskar meg?

2. So dýrt hann hevur keypt mær tey klæði hvít sum snjó,
tá hann á krossins træi læt alt sítt hjartablóð.
Tá strítt er góða stríðið, eg fái sigurskrans,
og skoða skal eg Jesus, ja arva ríki hans.

3. Men hjálp tú mær, o Jesus, at eiga barnsins trúgv,
tak tú, o dýrdardrottin, í hjarta mínum búgv,
so at eg ei bert síggi mítt egna lasafar,
men frelsu, frið og ugga og reinleika í tær.

4. Lat meg ei, Jesus, fjala av eginvild títt fæ,
men liva tær til heiðurs, tær tæna hvønn ein dag.
Um verk mítt enn er vesalt, sum neyvan nakar sær,
so hjálp tó mær av náði, at eg má tæna tær.