Eg eigi Frelsara; fyri mær hann biður

Orð: Samuel O’Maley Cluff
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: For you I am praying

1. Eg eigi Frelsara; fyri mær hann biður,
Vin, sum á krossinum synd mína bar;
eymt hann í kærleika sær til mín niður –
áh, vinur, at hann tín Frelsari var!

Niðurlag: Eg ynski teg frelstan,
eg ynski teg frelstan,
eg ynski teg frelstan,
eg biði fyri tær!

2. Eg eigi Faðir; hann hevur mær givið
vón fyri ævina, signað og søtt;
til hann meg kallar, eg bíðandi livi –
høvdu vit aftur hvør øðrum tá møtt!

3. Eg eigi frið; stilt sum flóðin hann flýtur;
verðin ei kennir hin signaða frið,
nei, bert tann sál, sum á Frelsaran lítur –
vinur, eg vildi, tú átti hann við!

4. Tá tú ert frelstur, so hugsa um hini,
sig: Kom til Jesus, hann bjargaði mær!
Bið fyri frænda, og bið fyri vini!
Minst, at Gud hoyrdi jú bøn fyri tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin