Eg eigi Hirða, ein, mær kærur er

Orð: Leonard Weaver
Lag: Mary E. Upham Currier
Týtt: Victor Danielsen

Eg eigi Hirða, ein, mær kærur er,
og um hans signing tunga boð ei ber;
hann á krossi bløddi, doyði fyri meg,
veitti mær náði allan lívsins veg.

Niðurlag: Áh, við hans síðu aldri dag og nátt
ónt kann mær náa, nei, hann ger alt gott!
Myrkur og sólskin, hvønn veg tað ber –
Jesus, mín Hirði, alt í øllum er.

Eingirnar grønar leiðir hann meg á,
vøtnunum stillu letur hann meg ná;
góðska hans og miskunn fylgja míni leið,
við slíkum Hirða gott eg sakni ei.

Tá ið eg villist av tí góða veg,
aftur í náði Jesus leiðir meg,
ja, í myrkum dali ei eg óttast skal,
tí hann, mín Hirði, skal meg leiða væl.

Tá stríðið endar, ferðin øll er gjørd,
sál mín við hond hans trygt til heimið førd,
himmalsk gleði mína sál skal fylla tá,
við øllum frelstum skal eg Harran sjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin