Eg einsamur gekk og uttan mál og mið

Orð og lag: Ira Forest Stanphill
Týtt: Øssur Berghamar
Upprunaheiti: Jesus and me

1. Eg einsamur gekk og uttan mál og mið,
mítt hjarta var byrðað, eg fann ongan frið,
óvitandi um tann vinin, sum eg
ei søkti – og tó – hann elskaði meg.

Niðurlag: Í felag Jesus og eg nú ferðast saman,
hann trygt meg leiðir í sorg og gaman,
eg veit, hann svíkur meg ei,
hvar enn mín fótur steig,
og inntil lokin er leið,
fylgjast Jesus og eg.

2. Gerst løgin og long og vandafull mín ferð,
um boðar og íður á leiðini er,
so er hann mær nær, og hansara hond
meg leiða skal trygt til himmalsins strond.

3. Við songi hvønn dag eg framá ferðast kann,
á landi og sjógvi eg vitni um hann,
við hansara lið har vera eg skal,
tí lív mítt er hans, og sál mín er sæl.

FavoriteLoadingGoym tekstin