Eg elska teg vil, áh, Jesus, tí tú

Flóvin Tyril
Orð og lag: Dave Fellingham
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: I love You my Lord

Eg elska teg vil, áh, Jesus, tí tú
mær vanst slíka frelsu,
loysti meg synd og deyða úr
og tí oyðandi veldi hins Ónda.
Títt blóð reinsar meg frá allari synd,
mín skuld tí er strikað.
Nýtt lív gavst tú mær,
eg livi í trúgv,
við teg eg sameindur varð.

Jesus, játta eg vil,
at Harri tú ert.
Eg í hjartanum trúgvi,
tú frá deyða reis upp.
Ja, eg játta nú vil,
at Harri tú ert,
og lív eigi eg
við trúnni á teg.