Eg elski hitt gamla hitt brimbarda býlið

Orð: Ókendur (gomul donsk vísa)
Lag: Fólkalag
Týtt: Hans Dalsgaard

1. Eg elski hitt gamla hitt brimbarda býlið
tey dýrastu minni mær berast í sjón
um dagar so fagrar við kjósi og smíli
sum einans teir finnast á barndómsins lón.

2. Har lærdi meg móðir at fjálga og æra
tann blett, har eg ljósið av fyrstantíð sá
har rættsinn og mildi var barndómsins læra
har lærdi eg alt, sum mítt lív byggir á.

3. Hvar enn eg mann fjakka, so leitar hann hagar
mín hugur, har sorgleysur dagurin rann
Ei nakað kann metast við barndómsins dagar
Bert minnini liva um skeiðið, ið svann.

4. Eg elski tann blettin, sum veitti mær skýli
tá landnyrðingsfroðan um lonina lá
eg elski hitt gamla hitt brimbarda býlið
– men tað skilur tú valla, hví tað er svá.

FavoriteLoadingGoym tekstin