Eg elski mítt land

Lag 1: Shu-Bi-Dua
Lag 2: Peter Erasmus Lange-Müller
Týtt úr norskum: Gunnar Dahl-Olsen

1. Eg elski mítt land,
tá tann signaða sól
upp um fjallið ein várdag so tungliga trínur;
í tað mjøllfylta ból
sendir signaða sól
sínar várbleiku geislar og varliga kínir
tær fánaðu fannir, teir gránaðu klettar –
bert stokkuta løtu, so hvørvur hon aftur;
men tann signaða sól,
sum var burtur um jól,
hevur kyst hann, tann tindin, í ódnum stóð
stinnur og fattur.

2. Eg elski mítt land,
tá tað sirmar og grør
og hvør gudsskapta urt kennir gróðurin kykna.
Yvir sund, yvir fjørð
siglir Suðurlands knørr;
sterku stormtrøll, ið bardust, nú mógvast og vikna.
Í mansbarmi unga útlongsilin vaknar,
nú líðandi sólin á himninum hækkar.
Tað er vár, tað er vár,
og nú grønkast hvørt sár,
vondi veturin bradi í berg, beit í bringar og bakkar.

3. Eg elski mítt land,
tá tann signaða sól
hægst á himni á hásumri hitandi stendur,
tá á rók og við stól
ljóðar rytanna ról,
meðan tigandi sildberin ferðast um strendur.
Tá lyftir mót loftinum láin sín lovsong
yvir angandi heiðar við hitandi sólgang’,
og úr stíggj og úr ból
heilsast setandi sól!
Nú er gloymdur tann veturin
strangi og sólsaknur sári.

FavoriteLoadingGoym tekstin