Eg elski syngja henda song

Orð og lag: Edvin O. Excell
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg elski syngja henda song,
síðan eg frelstur varð,
um endurloysaran, mín kong,
síðan eg frelstur varð.

Niðurlag: Síðan eg frelstur varð,
síðan eg frelstur varð,
eg vil prísa navni hans,
síðan eg frelstur varð,
eg vil prísa mínum Frelsara.

2. Hans friður fyllir nú mítt bróst,
síðan eg frelstur varð;
hans samband ger mær lívið ljóst,
síðan eg frelstur varð.

3. Hans Andi nú mær vissu ber,
síðan eg frelstur varð;
og ótti, ivi burtur fer,
síðan eg frelstur varð.

4. Eitt heim eg veit, sum bíðar mær,
síðan eg frelstur varð;
eg verði allar ævir har,
síðan eg frelstur varð.

FavoriteLoadingGoym tekstin