Eg elski tær bløðandi hendur

Orð: Petur William Háberg
Lag: Sunneva Háberg
Viðmerking: Yrktur 2. februar 1948.

1. Eg elski tær bløðandi hendur,
sum negldust til krossin ein dag,
tær heiløgu hendur, sum píndust
so svárt undir hamarans slag.

Niðurlag: Eg elski tær bløðandi hendur,
tey merki, sum eru á teim;
tey siga mær: Hetta er Jesus!
tann dagin, eg koma skal heim.

2. Eg elski tær bløðandi hendur,
sum rættust ímóti mær blítt:
Hygg, barn, hvar títt navn skrivað stendur!
Statt upp, tú í ævir ert mítt!

3. Eg elski tær bløðandi hendur,
sum gleddu, har sorgin var stór,
sum frelstu, sum grøddu, sum reistu,
so sjúka og neyð burtur fór.

4. Eg elski tær bløðandi hendur,
sum her eg í trúgv havi sæð;
mær leingist tær hendur at fevna
í Himmalsins sali ein dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin