Eg elski teg, Jesus, eg eri nú tín

Orð: William Ralph Featherstone / Steingrimur Thorsteinsson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Upprunaheiti: My Jesus I Love Thee
Viðmerking: Helst týddur í 1990-árunum.

Eg elski teg, Jesus, eg eri nú tín.
Eg elski teg, Jesus, eg veit, tú ert mín.
Mín loysnari, kærasti vinur ert tú,
tær lovsong eg beri í vón og í trú.

Eg elski teg, Jesus, meg elskaði fyrst
og æviga keypti mær sælunnar vist
við kærleika tínum og pínslu, tú leið,
og tær eg vil fylgja um ævinnar skeið.

Eg lovi tær, Jesus, í lívi og deyð,
eg lovi tær, Jesus, í gleði og neyð.
Tá deyðastund kemur, eg fari um sýn,
tá komi eg, Jesus, mín vinur, til tín.

FavoriteLoadingGoym tekstin