Eg elski teg, Jesus, eg veit, tú ert mín

Orð: William Ralph Featherstone
Lag: Adoniram Judson Gordon
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg elski teg, Jesus, eg veit, tú ert mín!
Eg ofra vil alt fyri kærleika tín;
mín Frelsari kæri, mín vinur ert tú –
sum ongantíð áður eg elski teg nú.

2. Eg elski teg, tí tú fyrst elskaði meg
og lívið mær vanst, tá tú ofraði teg;
við tornunum krýndan eg havi teg sæð –
eg elski teg, tó eg ei fyrr gjørdi tað!

3. Tá inn í títt ríki mín sál borin er
at prísa tær, elska teg betur enn her,
tá alt tað, eg trúði, eg sælur skal sjá,
sum ongantíð fyrr skal eg elska teg tá!

FavoriteLoadingGoym tekstin