Eg eri á veg til Landið

Orð: Annie Hartelius
Lag: Enskur uppruni
Týtt: Svenning av Lofti
Upprunaheiti: Jag går till det land där ovan

1. Eg eri á veg til Landið,
mær einki skal darva har,
í fagnaði síggja Jesus
og teir stríðsmenn, ið fóru undan mær.

Niðurlag: Eg eri á veg til Landið,
skal fegnast við einglunum har,
í dýrdleika Jesusi prísa,
og teir stríðsmenn, ið fóru undan mær.

2. Nú, meðan eg skeiðvøllin renni,
eg veit, at Jesus meg sær,
hans elskandi rødd eg kenni
og teir stríðsmenn, ið fóru undan mær.

3. Fólk siga, eg eri ein dári,
og fjøldin smílist og lær,
tó eg stevni til himmalska Landið
og teir stríðsmenn, ið fóru undan mær.

4. Tey siga, til einkis eg stríði,
til fánýtis stríðsbúnan bar,
men eg syngjandi framá tó stevni
til teir stríðsmenn, ið fóru undan mær.

5. Í frelsunarstríðnum eg standi,
eg óræddur herbúnan bar.
Eg streingi til himmalska Landið
og teir stríðsmenn, ið fóru undan mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin