Eg eri fremmandur og bert ein gestur her

Orð: E. Taylor Cassel
Lag: Flora Hamilton Cassel
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg eri fremmandur og bert ein gestur her,
mítt heim langt burturi á gyltu strondum er;
eitt vitni um tann stað,
sum trúgvin hevur sæð,
eg beri her um krossin boð.

Niðurlag:
Ja, hvørji sál, á hvørjum stað
mær Harrin býður vitna tað;
áh, verið tit nú sátt –
so rópar hann í dag –
áh, verið tit nú sátt við Gud!

2. Tað er tað boðið, ið er sent av Himlinum:
Hvør sál á hvørjum stað til Gud má venda um
og frelsu søkja sær,
har hjartað hvílu fær:
Við Kristi kross, í sárum hans!

3. Guds kall er álvarsamt, men stór hans gáva við:
Av náði ævigt lív, í hjartað fullan frið;
lat hvørja sál í dag
tí hoyra, trúgva tað,
hitt Harrans boð til hvønn og ein!

FavoriteLoadingGoym tekstin