Eg eri, Harri, sum tú sær

Orð: Ókend/ur
Lag 1: Johan Henrik Nebelong
Lag 2: Týskt fólkalag um 1640
Týtt úr donskum: Hanus S. Hansen

1. Eg eri, Harri, sum tú sær,
ein fremmandur og gestur;
leið tú meg tí og ver mær nær.
Tú ert mín vinur besti.

2. Eg stundi eftir hjálp frá tær
og troyst, sum tú vilt senda,
tí um eitt lítið bil kanst tú
til gleði sorgir venda.

3. Og um ein neyð her niðri man
út hond til aðra rætta,
so veit eg, Harri, hondin tín
kann hvørja bylgju slætta.

4. Gev tú mær her ein halgidóm
á hesum turra vegi,
har eg so troyttur hvíla kann
og finna teg, mín gleði.

5. Tá vil eg æra navnið títt,
tær tøkk og prís fram bera,
til eg har heima síggi teg
og skal tær líkur vera.

FavoriteLoadingGoym tekstin